Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Summi børn sótu í barnavogninum tá tey blivu stungin

Tað var ein dagstovnur, sum var farin morguntúr við innsjógvin í Annecy í Fraklandi tá ein 45 ára gamal maður byrjaði at stinga børnini, sum vóru um 3 ára aldur. Summi av børninum sótu í barnavogni.

Áðrenn hann stakk av, stakk hann ein eldri mann eisini. Politiið var nú komið á staðið og skeyt mannin í beinið og handtók hann.

Tvey børn og eldri maðurin eru í lívsvanda á sjúkrahúsinum.

Politiið sigur at maðurin er úr Sýria og hevði søkt um friðskjól.

– Tjóðin er skakað av tilburðinum, sigur Emmanuel Macron, franski forsetin, um hendingina í morgun.