Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Yngsta offrið var 22 mðr gamalt

Í morgun var ein maður av sýriskum uppruna handtikin í Annecy í Fraklandi tá hann við knívi stakk 6 fólk í eini park í býnum. Yngsta barnið var bert 22 mðr gamalt og eisini var ein eldri maður stungin. Nøkur av børnunum liggja á intensivari deild á sjúkrahúsinum. Élisabeth Borne, forsetismálaráðharrin í Fraklandi, sigur at maðurin hevur uppihaldsloyvi í Svøríki og er 31 ára gamal og eigur eitt barn í sama aldri, sum tey hann stakk. Tað eina barnið, sum fekk skaða, er bretskur borgari.

Fyrrverandi Liverpool leikarin, Anthony Le Tallec, sá tilburðin tá eldri maðurin varð stungin áðrenn politiið skeyt álopsmannin í beini.