Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Donald Trump ákærdur í samband við handfaring av loyniligum skjølum

Fyri fyrstu ferð nakrantíð er ein fyrrverandi forseti ákærdur av amerikanska løgmálaráðnum. Tað er í samband við handfaring av loyniligum skjølum, ið Trump tók við sær úr hvítu húsunum eftir forsetaósigurin á valinum í 2020

Hann hevur ofta verið í andglettinum áður, men hesa ferð er tað nógv meira álvarsamt fyri fyrrverandi forsetan í USA, Donald Trump, sum í ringasta føri kann enda við, at hann skal inn at sita í fleiri ár, meta altjóða miðlar.

Hetta kemst av, at Trump í nátt varð ákærdur av amerikanska løgmálaráðnum – altso tjóðini USA – fyri sína handfaring av loyniligum skjølum, ið hann tók við sær úr hvítu húsunum, eftir at Trump tapti forsetavalið í 2020.

Tað er fyrstu ferð nakrantíð, at hetta hendir fyri ein fyrrverandi forseta í USA. Sambært amerikanskum miðlum, so eru 37 ákærupunkt reistar móti Donald Trump frá samveldismyndugleikunum í USA, skrivar Ritzau.

Amerikanska løgmálaráðið hevur síðan seinasta summar granskað, hvørt sera loynilig skjøl frá tíðini, tá Trump var forseti millum 2016 og 2020, eru handfarin ólógliga, tá tey vórðu tikin við til heimið hjá Trump í Florida, Mar-a-Lago.

Villeiddi myndugleikarnar
Donald Trump hevur sjálvur verið úti, har hann á sínum egna sosiala miðli, Truth Social, hevur víst øllum ákærum aftur, og sigur seg vera ósekan í øllum hesum ákærum. Her skrivar hann eisini, at hann er stevndur og skal møta í samveldisdómstólinum í Miami týsdagin.

Sambært fleiri altjóða miðlum, so er fyrrverandi forsetin ákærdur fyri at lagt forðingar í vegin fyri myndugleikunum í at gera sítt arbeiði, og fyri eisini at hava roynt at ávirka vitnir í hesum málinum.

Útsendi tíðindamaðurin fyri DR í USA, Steffen Kretz, metir, at hetta ikki er bert ein løgfrøðilig bumba, men at hetta eisini er ein politisk bumba, metir hann.

Les eisini...  Arsenal vinna týdningarmiklan sigur á St. James Park

– Donald Trump er ikki bara fyrrverandi forseti. Hann er samstundis fremsta valevnið hjá Republikanska flokkinum at gerast forsetavalevnið til valið í 2024.

Eisini fyrrverandi varaforsetin hjá Trump, Mike Pence, hevur verið kannaður, um hann eisini hevur loynilig skjøl heima við hús, men hetta málið er slept.

Sitandi forseti í USA, Joe Biden, hevur eisini verið kannaður. Hetta málið koyrir enn, men altjóða miðlar vænta ikki, at nøkur niðurstøða fyriliggur fyribils.

Stóri munurin er tó tann, sambært altjóða miðlum, at bæði Joe Biden og Mike Pence hava samarbeitt við myndugleikarnar, men tað hevur Trump ikki gjørt, tí verður hetta mett sum sera álvarsamt fyri fyrrverandi forsetan í USA.