Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Leygardagin sigur FM1 frá 07 Vestur-Víkingur klokkan 13 og HB-B36 klokkan 18

Rúni á Reynatrøð sigur beinleiðis frá dystinum á Dungasandi millum 07 Vestur og Víking, ið byrjar klokkan 13. Jóhan á Mýruni verður viðmerkjari. Millum klokkan 15 og 17.30 verður sent frá Countryfestivalinum. Frá klokkan 17.30 sendir Trygvi Absalonsen úr Gundadali, og klokkan 18 sigur hann frá dystinum millum HB og B36.