Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

FSF og trý fótbóltsfeløg skipa fyri fótbóltsskúlum í summar

Saman við AB, HB og B68, skipar FSF fyri fýra fótbóltsskúlum í summar. Fyrsti fótbóltsskúlin verður Inni í Vika á Argjum 6. og 7. juli

Aftur í ár skipar Fótbóltssamband Føroya fyri árligu fótbóltsskúlunum, sum í summar verða í samstarvi við AB, HB og B68.

Fótbóltsskúlarnir eru ætlaðir børnum, bæði gentum og dreingjum, sum spæla í U7, U9, U11 og U13 aldursbólkunum.

Kostnaðurin fyri at luttaka í U7 og U9 er 425 krónur, meðan kostnaðurin fyri U11 og U13 er 500 krónur. Tá er dygdargóð venjing, matur, t-troyggja og ein bóltur íroknað, sum verður latin luttakarunum. Fimm dagar, áðrenn tilmeldingarfreistina, hækkar kostnaðurin við 50 krónum.

Fótbóltsskúlin á Argjum verður vikuskiftið 6. og 7. juli. Freistin at boða frá luttøku er mánadagin 3. juli. Fótbóltsskúlin í Gundadali verður 11. og 12. august, og tá er freistin at boða frá luttøku týsdagin 8. august.

Fótbóltsskúlin á Toftum verður skipaður í tveimum. Mikudagin og hósdagin, 2. og 3. august luttaka U11 og U13, meðan fótbóltsskúlin fyri U7 og U9 verður fríggjadagin og leygardagin, 4. og 5. august. Freistin at boða frá luttøku til fótbóltsskúlarnar á Toftum er 29. juli.

Tilmelding fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.