Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Greta hevur skulkað fyri veðurlagnum fyri seinastu ferð

Veðurlagsstríðskvinnan Greta Thunberg hevur skulkað hvønn fríggjadag síðan í august í 2018 fyri at gera vart við veðurlagsbroytingarnar, men í dag er hennara síðsti skulkidagur fyri veðurlagnum

Svenska veðurlagsstríðskvinnan Greta Thunberg hevur sín seinasta skulkidag fyri veðurlagnum í dag.

Tað skrivar hon á Twitter, sambært tíðindastovuni TT.

Greta byrjaði at skulka hvønn fríggjadag fyri at gera vart við veðurlagsbroytingarnar í august í 2018, og hevur sostatt hildið frí frá skúlanum hvønn fríggjadag í 251 vikur.

– Skulkidagur í 251 vikur. Í dag er mín síðsti skúladagur, ið merkir, at eg ikki longur kann skulka í skúlanum fyri veðurlagnum. Tí er hetta mín síðsti skulkidagur, skrivar Greta Thunberg á Twitter.

Byrjaði sum 15 ára gomul

Í dag verður Greta Thunberg studentur, men tað var afturi í 2018, tá hon var 15 ára gomul, at hon byrjaði at skulka hvønn fríggjadag fyri veðurlagnum. Hon stovnaði veðurlagsfelagsskapin Fridays for Future saman við øðrum ungdómum.

Hesin felagsskapur fekk skjótt vind í seglini, og spreiddi seg víða um í heiminum – eisini til Føroyar.

Tá Greta Thunberg byrjaði sítt egna skúlaverkfall fyri veðurlagnum, so plagdi hon at seta seg uttan fyri Ríkisdagin í Stokkhólmi, fyri at gera vart við veðurlagshóttanina.

Men í leypi av 2019 skulkaðu milliónir av skúlanæmingum fyri veðurlagnum, tá hesin felagsskapur var virkin í meira enn 180 londum kring heimin.

Reuters hevur gjørt hesi samklippini um Gretu Thunberg tey seinastu árini:

Les eisini...  Hitamet fyri triðu ferð hesa vikuna