Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ince fyrsti litti liðskiparin hjá Onglandi

Tann 9. juni 1993 gjørdist Paul Ince, miðvallarleikari hjá Manchester United, fyrsti litt liðskiparin á enska landsliðnum, tá hann leiddi liðið ímóti USA í einum U. S. Cup dysti framman fyri 37.462 áskoðarum á Foxboro Stadium í Massachusetts.

Ince, sum vaks upp sum West Ham-fjeppari, spældi eisini ungdómsfótbólt fyri felagið og byrjaði yrkistíðina har í 1984, áðrenn hann skifti til Manchester United í 1989. Hann spældi fyrsta dystin fyri Ongland í september 1992, har hann vísti seg fram í 0-1 tapinum fyri Spania í einum venjingardysti.

Undan dystinum ímóti USA valdi landsliðsstjórin, Graham Taylor, at lata liðførarabandið til Paul Ince, sum var í framúr góðari venjingarstøðu, orsakað av skaðum hjá leiðandi leikarum sum David Platt og Tony Adams. Enska landsliðið fekk kortini onki bein til jørðina og USA vann 2-0 við málum frá Thomas Dooley (42′) og Alexi Lalas (72′). Lalas var komin inn á vøllin í 69. minutti fyri júst Dooley.

Ince skifti frá Manchester United til Inter Milan í 1995 og spældi síðani fyri Liverpool, Middlesbrough og Wolves, áðrenn hann gjørdist spælandi-felagsstjóri hjá Swindon Town í 2006 og síðani Macclesfield Town í 2007. Hann legði gaggurnar á hillina eftir kappingarárið 2006-07 og stjórnaði MK Dons kappingarárið 2007-08.

Í 2008 skrivaði hann aftur søgu, tá hann skifti til Blackburn Rovers, har hann gjørdist fyrsti litti felagsstjórin í bestu ensku deildini.