Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Katrin upptikin í Kraks Blå Bog

Katrin Thorsvig Hansen, høvuðsákæri, er ein av teimum 95, ið er upptikin í Kraks Blå Bog 2023-2024

Katrin Thorsvig Hansen, høvuðsákæri, er ein av teimum 95, ið er upptikin í Kraks Blå Bog 2023-2024.

Kraks Blå Bog skriver soleiðis um upptøkutreytirnar:

“Betingelsen for optagelse er, at man er fagligt dygtig og anerkendt inden for sit område og dermed har en markant, positiv indflydelse på det danske samfund. Der er ikke nogen automatik mht. bestemte stillinger, lønrammer eller rangklasser.”

– Hetta er ein stórur heiður og eitt stórt herðaklapp til okkara dugnaliga høvuðsákæra, skrivar Føroya Politi á sínum Facebook-vanga.