Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Læknavaktin skal nú broytast

Læknavaktin skal nú broytast, soleiðis at bygningurin og ábyrgdarbýtið verður greiðari

Skipanin við Læknavaktini skal nú broytast, og frameftir verður Heilsutrygd ábyrgdarhavari fyri læknavaktina. 

Hetta sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, í svari til fyrispurning frá Sólvit E. Nolsøe, tingmanni fyri Framsókn.

Margit Stórá ger greitt, at ábyrgdarbýtið í sambandi við Læknavaktina er í dag ov fløkt, og neyðugt er tí at gera skipanina greiðari.

Sum skipanin er í dag, hevur Heilsutrygd yvirskipaða ábyrgd av kommunulæknaskipanini, meðan kommunulæknarnir hava sjálvir ábyrgd av læknavaktini.

Harumframt hevur sjúkrahusverkið ábyrgdina av sjúkrarøktarfrøðingum, ið starvast hjá læknavaktini, umframt ábyrgd av hølunum hjá Læknavaktini.

Men frameftir er tað altso Heilsutrygd, sum skal hava ábyrgdina av Læknavaktini, og talið á sjúkrarøktarfrøðingum í Læknavaktini skal økjast, samstundis sum at vaktarbyrðan hjá kommunulæknunum í Læknavaktini verður munandi minni.

Arbeiddu uttan sáttmála

Fyrispurningurin frá Sólvit Nolsøe kom samstundis sum at kommunulæknafelagið boðaði frá, at læknavaktin fór ikki longur at halda til í Landssjúkrahúsinum, og at telefonin hjá Læknavaktini fór ikki longur at svara.

Orsøkin til hetta var, at kommunulæknarnir høvdu í umleið tvey ár arbeitt uttan sáttmála í læknavaktini, og Kommunulæknafelagið hevði tí boðað myndugleikunum frá, at var ikki nýggjur sáttmáli undirskrivaður millum partarnar áðrenn 1. Juni í ár, so fóru læknarnir úr Læknavaktini.

Ein loysn var kortini síðani funnin, har telefonnumarið hjá Læknavaktini fylgdi við tí læknanum, sum skuldi vera í vakt, og at tað tí framvegis bar til at fáa fatur á lækna uttan fyri vanligar arbeiðstíðir.

Margit Stórá ger eisini greitt, at nýggi bygnaðurin kemur í gildi, tá ein avtala er fingin millum Kommunulæknafelagið og Fíggjarmálaráðið um vaktargjøld í Læknavaktini.

Les eisini...  Útlendsk prædikufólk í Føroyum viðfarin eftir skeivum mannagongdum í 20 ár

7.948 uppringingar uttan svar

Læknavaktin hevur verið fyri nógvum atfinningum, millum annað tí at tað stundum hevur verið trupult hjá fólki at sleppa ígjøgnum í telefonini til Læknavaktina.

Sólvit Nolsøe vildi tí eisini hava at vita, hvussu leingi hvørt fólkið í miðal bíðar, áðrenn telefonin svarar, tá ringt verður til Læknavaktina, umframt hvussu ofta tað er komið fyri seinasta árið, at fólk hava ringt til Læknavaktina, og telefonin ikki hevur svarað.

Sambært tølunum hjá Sjúkrahúsverkinum hava frá 1. Juni í fjør til fyrsta juni í ár verið 29.005 uppringingar verið til Læknavaktina, har tey flestu hava bíðað stytri enn fýra minuttir.

Í sama tíðarskeiðið hava 7.948 uppringingar verið, har tað er lagt á uttan at fáa svar, hóast lækni hevur verið tøkur, men Margit Stórá vísir á, at talan kann í ávísum førum vera um fólk, sum hava ringt fleiri ferðir uttan at koma ígjøgnum, helst tí at tað hevur verið stórt trýst á skipanina.

Í hesum sama tíðarskeiðið hava eisini verið 2.292 uppringingar, har eingin lækni hevur verið tøkur í Læknavaktini. Hetta svarar til umleið seks uppringingar í miðal um samdøgrið.