Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Næturljóð fara at framføra Blues og gamlar Country klassikkarar

Hoyr samrøðuna Petur Zachariassen gjørdi við Napoleon Magnussen og Holgar Jacobsen frá bólkinum Næturljóð, ið fer at framføra á Stakkapallinum á Country og Blues festivalinum klokkan 21 í kvøld. Holgar er ein royndur tónleikari, meðan Napoleon hevur funnið trummirnar fram aftur aftaná tær hava ligið í dvala í nærum 35 ár, sambært Napoleon. Næturljóð fara at framføra Blues og gamlar Country klassikkarar.