Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Regn fer framvið um vikuskiftið

Eftir at eitt hátrýst hevur ligið um okkara leiðir síðani byrjanina av hesum mánaðinum, fáa vit í Føroyum vitjan av einum brúgvalagi vestaneftir sunnunáttina

Eftir at eitt hátrýst hevur ligið um okkara leiðir síðani byrjanina av hesum mánaðinum, fáa vit í Føroyum vitjan av einum brúgvalagi vestaneftir sunnunáttina. Støðan broytist tó skjótt aftur, tí eitt nýtt hátrýst fer at mennast og liggja tætt við Føroyar dagarnar, ið koma aftaná.

Tað skrivar Veðurstova Føroyar á heimasíðu sínari.

Regnið kemur vestanífrá, og seinnapartin í morgin kann tað fara at sirma í støðum. Í annaðkvøld verður væntandi regn um alt landið til og við sunnunáttina. Sunnumorgun slítur í, og sum frá líður fer tað væntandi at klárna av útnyrðingi. Meginpartin av sunnudegnum eru tískil góð líkindir fyri sól í teimum flestu støðunum í Føroyum.

Kelda: ECMWF-modellið fyri sunnudagin, 11. Juni 2023 klokkan 18 utc. Brúgvalagið er farið fram við okkum og fer eystureftir, ímeðan eitt hátrýst sunnan fyri Ísland mennist

Hátrýstið, sum aftur fer at leggja seg beint sunnan fyri Ísland, fer eftirfylgjandi at hava sína ávirkan á veðrið um okkara leiðir. Vit kunnu tískil vænta okkum støðugt veður í komandi viku við lítlum vindi og sól. Tó sleppa vit ikki heilt undan skýggjum, og í støðum kann veðrið til tíðir vera támut við mjørka ella sirmi.

Kelda: Jeanne Mangerel, veðurfrøðingur, Veðurstova Føroya