Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tilflytarar fáa kanska studning fyri at lesa føroyskt

Hanna Jensen, løgtingskvinna fyri Framsókn, heldur, at spurningurin er, um ikki tilflytarar eiga at fáa lestrarstuðul fyri at lesa føroyskt sum annaðmál. Landsstýrismaðurin er ikki avvísandi fyri hugskotinum

Barna- og útbúgvingarmálaráðið arbeiðir við einum lógaruppskoti, sum skal vera grundarlag undir einum málskúla fyri tilflytarar, og í sambandi við hetta arbeiðið er eisini ætlanin at viðgera spurningin um, hvørt føroyskt sum annaðmál skal vera stuðulsheimilað.

Tað sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum í svari til fyrispurning frá Honnu Jensen, tingkvinnu fyri Framsókn.

Hanna Jensen vildi hava at vita, um ikki tað fór at bera til hjá tilflytarum at søkja um lestrarstuðul í sambandi við lesnað í føroyskum sum annaðmál.

Hanna Jensen vísti á, at hjá tilflytarum kann tað vera trupult at lesa føroyskt sum annaðmál, tí tilflytararnir eru vanliga til arbeiðis í dagtímunum, og at tað av somu orsøk ikki ber til hjá nógvum teirra at fara frá arbeiði í dagtímunum at lesa føroyskt.

Hanna Jensen ásannar, at tað ber til hjá summum teirra at fara á stytri kvøldskúlaskeiðini kring landið at fáa gongd á at læra føroyskt, men hon leggur aftrat, at skulu tey læra føroyskt skjótt og væl, so má tíð setast av til hetta.

Og hetta verður vanliga gjørt við at lesa føroyskt hálva tíð – antin fyrrapart ella seinnapart.

Men tað er trupult at fáa tað fíggjarliga at hanga saman, um tú bert arbeiðir hálva tíð, og tí kundi rætta loysnin verið at latið lestrarstuðul til teirra, ið lesa føroyskt sum annaðmál, heldur Hanna Jensen.

Í løtuni passar føroyskt sum annaðmál ikki inn í verandi flokking av útbúgvingum, sum eru stuðulsheimilaðar, staðfestir landsstýrismaðurin, men arbeitt verður við at seta sjøtul á á føroyskt sum annaðmál sum eina sjálvstøðuga útbúgving.

Les eisini...  Næstformaðurin í Lærarafelagnum: Fólkaskúlalógin verður ikki fylgd

Síðani verður eisini neyðugt við broytingum í lógarverkinum, ið skulu gera útbúgvingina stuðulsheimilaða, sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður.

Lóggávan um føroyskt sum annaðmál verður væntandi lagt fyri Løgtingið í heyst.