Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tríggir ungir mans í fongsul fyri eina røð av lógarbrotum

Tríggir mans eru í Føroya rætti dømdir ávikavist níggju, seks og tríggjar mánaðar fongsulsrevsing fyri eina røð av lógarbrotum. Tilsamans 37 forhold vóru í ákæruritinum

Tríggir ungir mans fingu í Føroya rætti fyrradagin ávíkavist níggju, seks og tríggjar mánaða treytaleysa fongsulsrevsing fyri eina røð av lógarbrotum.

Tilsamans vóru 37 forhold í ákæruritinum, ið vórðu ójavnt býtt út millum teir tríggjar.

Av tí at fleiri av lógarbrotunum vórðu framd í felag, vórðu allir tríggir rættarførdir í senn.

Tann, sum fekk tríggjar mánaðar fongulsrevsing, varð bert ákærdur og funnin sekur í at hava framt grovan harðskap í felag saman við honum, sum fekk níggju mánaðar fongsulsrevsing. 

Teir báðir við seks og níggju mánaðar revsingunum áttu hinvegin øll hini forholdini – summi hvør sær og summi í felag – millum annað innbrotstjóvarí á bátum, bilastuldur av fleiri bilum, at koyra við kenning og undir ávirkan av rúsevnum.

Sarah Ann Vinther, ákæri, sigur, at pástandurin hjá ákæranum var 10, seks og tríggjar mánaðar fongsul, og at ákærin tí er nøgdur við dómin.

Dømdu menninir hava nú umhugsanartíð at gera av, um teir vilja kæra dómin.

Tann teirra, ið fekk longstu revsingina, er eisini ákærdur í málinum um rán á Hotel Føroyum í Havn, har ein maður varð hóttur við knívi og noyddur at flyta pening inn á eina konto hjá einum av rænarunum.

Bæði tað málið og hetta málið hava bíðað eftir ákærda, tí hann møtti ikki upp í rættinum til ásettu tíð, og dómarin gav tí boð um at handtaka mannin, soleiðis at hann kundi førast fyri rætt.

Ákæruvaldið visti rættiliga skjótt, at maðurin var stungin av til Danmarkar. Maðurin var í Danmark í meira enn ein mánaða, áðrenn hann kom aftur til Føroyar, har hann varð handtikin.

Les eisini...  Maður tikin fyri innbrot og stuldur í Havnini

Málið um ránið á Hotel Føroyum byrjar mánadagin.