Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Uruguay ímóti Italia í finaluni

Síðani 20. mai hava 24 lond úr 6 heimspørtum kappast fyri U20 landslið í Argentina. Fýra europeisk lond vunnu sær rættin til HM-endaspælið: Ongland, Frakland, Italia og Slovakia umframt Ísrael, sum luttekur gjøgnum UEFA.

Ígjár vórðu hálvfinalurnar leiktar, har Uruguay vann 1-0 á ìsrael við máli frá Anderson Duarte. Í hinari hálvfinaluni vann Italia 2-1 á Suðurkorea. Málskjúttarnir fyri Italia vóru Cesare Casadei og Simone Pafundi. Lee Seung-won skoraði málið fyri Suðurkorea.

Júst italski Cesare Casadei úr Chelsea hevur víst seg fram undir HM-endaspælinum, har hann higartil hevur skotið 7 mál, harav tvey upp á brotsspørk og er toppskjútti undan finaluni. Næstur honum á listanum er brasilski Marcos Leonardo við 5 málum, men Brazil er longu varpað út. Besti uruguayanski málskjúttin er Anderson Duarte við trimum málum, sum hevur skotið øll síni mál í frásáldingardystunum.

Sunnudagin verða dystirnir um heiðursmerkini spældir. Fyrst spæla Ísrael og Suðurkorea bronsudystin kl. 18.30, meðan finalan verður leikt 11. juni á Estadio Único Diego Armando Maradona í La Plata kl. 22.00.