Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hanus Sørensen: B36 eru bebbaræddir tá teir møta okkum

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Tróndur Sigurðsson siga frá vakra sigursmálinum Mads Borchers skoraði fyri HB upp á fríspark, tá HB vann 1-0 í enn einum sigri á B36. Hoyr Tróndur taka samanum ein uppibornan sigur til HB, har Tróndur metti, at B36 kiksaði taktiskt við at liggja so langt afturi á vøllinum og tora so lítið móti grannunum. Hoyr eisini samrøðurnar Trygvi gjørdi við Hanus Sørensen hjá HB og Jann Benjaminsen hjá B36.

Ein sera fegin Hanus heldur fyri: – B36 eru bebbaræddir tá teir møta okkum. Jann er vónbrotin, at B36 ikki megnaði at vinna seg fram til fleiri málmøguleikar í seinna hálvleiki, tí teir ætlaðu sær avgjørt meira.

Mynd: Trygvi Absalonsen