Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Íverksetarin tók við hjá Arsenal

Tann 10. juni 1925 steðgaði Herbert Chapman sum felagsstjóri hjá Huddersfield fyri at taka við sama starvi hjá Arsenal.

Chapman var ein fótbóltsfjakkari, har hann skifti felag annaðhvørt ár, meðan hann sjálvur spældi sum áleypari í Onglandi árini 1895-1909. Í 1907 byrjaði hann venjaraleiðina sum spælandi-felagsstjóri hjá Northampton Town, áðrenn hann skifti til Leeds City í 1912.

Chapman fór frá Leeds City í 1918, mitt meðan ein gøla um ólógligar leikaralønir og fíggjarligt óreglusemi var í umbúna. Felagið sýtti Fótbóltsdeildini at kanna fíggjarligu pappírini og tískil mátti Fótbóltsdeildin blaka Leeds City út í oktober 1919. Í sama viðfangi gav Fótbóltsdeildin fimm felagsleiðarum bann fyri lívið, harímillum Chapman. Felagið varð upployst og vøllurin hjá felagnum, Elland Road, varð stutt eftir yvirtikin av nýstovnaða Leeds United.

Eftir eitt stutt tíðarskeið uttan fótbólt eydnaðist tað Chapman at kæra bannið, tí hann kundi vísa á, at hann hevði verið í hertænastu, tá óreglusemi fór fram og kundi tískil byrja sum hjálparmaður hjá felagsstjóranum hjá Huddersfield í februar 1921. Hann tók við sum felagsstjóri í mars sama ár og førdi felagið til sigurs í FA Cup finaluni 1921-22, og meistaraheitini í kappingarárunum 1923-24 og 1924-25.

Í 1925 eydnaðist tað Arsenal at lokka Chapman burtur við at tvífalda lønina til £2.000. Arsenal endaði kappingarárið fimm stig aftan fyri Huddersfield Town. Í 1930 vann Arsenal undir leiðslu av Chapman á Huddersfield í FA Cup finaluni og tað var eisini fyrsta stóra steypið hjá Arsenal. Skjótt løgdust fleiri steyp afturat, tá felagið vann meistaraheitini í 1930-31 og 1932-33.

Les eisini...  Sterk mótstøða í Írlandi

Hann hevur fingið heiðurin fyri eina røð av nýskapanum innan fyri fótbóltsspælið, harímillum byrjaði hann tíðliga at brúka 3-2-2-3 (W-M) leikskipanina, setti tøl á leikarablusurnar, eggjaði til góða venjingarstøðu við at brúka væl tilrættislagdar venjingarætlanir og vøddaviðgerar. Í Arsenal er hann kanska best kendur fyri at hava lagt hvítar ermar afturat til reyðu blusurnar. Harumframt kunnu nevnast at spæla dystir við ljóskastarum, spæla á graslíkisvallum, hvítir bóltar, at fótbóltur verður sjónvarpaður, stranga kostplan, og at hava ein einstakan landsliðsstjóra, sum setti enska landsliðið (áðrenn var tað ein úttøkunevnd).

Chapman starvaðist hjá Arsenal til hann doyði 6. januar 1934 av lungnabruna.