Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Manchester City vinna The Treble

Manchester City vinna Champions League fyri fyrstu ferð og sostatt eisini The Treble. Hetjan bleiv Rodri, tá ið hann skoraði ta einliga málið í dystinum.

Champions League finalan var leikt í kvøld á Ataturk Olympic Stadium í Turkalandi, millum Manchester City og Inter.

Fyrsti hálvleikur var taktiskur og einasti veruligi málmøguleiki var hjá Erling Haaland, tá ið hann bleiv spældur fríur av Kevin De Bruyne. Men málverjin André Onana stóð rætt og kundi taka bóltin.

Kevin De Bruyne mátti tó útskiftast aftaná 36 minuttir, tá ið ein skaði tóktiskt at plága hann. Phil Foden kom inn fyri tí belgisku heimstjørnuni.

Tað var javnleikur í hálvleikinum.

Tá ið seinni hálvleikur fór í gongd, vístu bæði liðini dirvið at leypa á og taka fleiri kjansir.

Romelu Lukaku var skiftur inn fyri Edin Dzeko og tá kom gongd í álopið hjá Inter. Tann sterki framherjin var í tveimum umførum tætt við at fáa mál.

Tá ið 68 minuttir vóru farnir, kom endiliga hol á. Ein leysur bóltur endaði í føtrunum hjá Rodri inni í 16 metrinum, tann spanski landsliðsleikarin var avgjørdur og skjeyt bóltin í málið frammvið Inter verjuni.

Tað stóð nógv á hjá Manchester City at halda leiðsluni teir seinastu 20 minuttirnar.

Dimarco og Lukaku høvdu hvør sín kjans at javnað, men Ederson stóð væl og bjargaði.

Dysturin endaði 1-0 í Turkalandi og Pep Guardiola kann endiliga lyfta Champions League steypið aftur.

Árið er fullkomið hjá Pep Guardiola og Manchester City, teir hava nú eisini vunnið Champions League.

Seinast eitt enskt felag hevur vunnið The Treble, var Manchester United í 1999.

Manchester City vóru eisini í finaluni fyri tveimum árum síðani, men tá máttu teir lúta fyri Chelsea.