Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tvímálsskjúttin hjá 07 Vestur: Eg gjørdi bara mítt besta

Hoyr frásøgumannin, Rúna á Reynatrøð og viðmerkjaran, Jóhan á Mýruni siga frá teimum fimm málunum, ið komu í 3-2 sigrinum hjá 07 Vestur á Dungasandi í dag. Hoyr eisini Jóhan taka stutt samanum dystin.

Hoyr eisini samrøðurnar Rúni gjørdi við tvímálsskjúttan hjá 07 Vestur, Magnus Holm Jacobsen, ið setti tvey brotsspørk trygt í netið í fyrra hálvleiki: – Eg geri bara mítt besta, sigur Magnus sum stórtrívist í 07 Vestur, ið er bert tvey stig aftanfyri Víking á stigatalvuni.

Rúni prátaði eisini við høvuðsvenjaran hjá Víkingi, Jóhan Petur Poulsen sum staðfestir, at gongdin í Víkingi er sera tung í løtuni. Men Jóhan Petur trýr uppá, at gongdin fer at venda skjótt.

Mynd: Rúni á Reynatrøð