Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Váttað – Youri Tielemans skiftir til Aston Villa

Í kvøld er tann belgiski landsliðsleikarin váttaður í Aston Villa á einum 4 ára sáttmála

Í gjár vóru leysatíðindi um, at Youri Tielemans skuldi til Aston Villa. Í kvøld er hann váttaður í Birmingham felagnum.

Youri Tielemans hevur spælt við Leicester síðani 2019, sum flutti niður í ár.

Tá ið sáttmálin gongur út tann 30. juni við Leicester, hevur tann belgiski landsliðsleikarin valt at fara nýggjar leiðir.

Miðvallarin hevur skrivað undir uppá ein 4 ára sáttmála við Aston Villa og er tann fyrsta tilgongdin hjá felagnum í summar.